1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við
Ábyrgdina fyri mista avkastinum á tí føroyska pensjónsmarknaðinum kann mann ikki, og eigur man heldur ikki, soleiðis uttan víðari, at flyta yvir á kundan.
1 Frá einstøkum tapi til hví ger ongin nakað?
Í 2018 kom fyrsta kanningin hjá Tryggingareftirlitinum, ið samanbar avkastið frá íløgum hjá føroyskum og donskum lívstryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum. Kanningin vísti, at føroysku pensjónsfeløgini fingu munandi lægri avkast enn tey donskum feløgini. Tá varð sagt:
Tíðarskeiðið, sum kanningin fevnir um, er ov stutt og gevur ikki eina rættvísandi mynd.
Orðini eigur stjórin í P/F Fakfelag og forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar1. Orðini eru gjørd til skammar upp til fleiri ferðir, og orsøkin er, tey spretta úr einari roynd at verja eina skipan, sum í sínum uppruna er skeivt samansett.
Orðaskiftið um avkast og pensjón tók dik á seg aftur, tá tað gjørdist alment, at LÍV hevði tikið avgerð um, ikki at seta fleiri pengar í Globe Tracker, og harvið kundi staðfesta eitt tap á 174 milliónir krónur. Eitt er søgan um Globe Tracker og førleikin hjá pensjónsfeløgunum at meta um slíkar íløgur, størri trupulleikin er tó avkastið á samlaðu føroysku pensjónsuppsparingini.
Tryggingareftirlitið staðfesti í 2024, at føroysku lívstryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir í tíðarskeiðinum 2019–2023 fingu 3,2 prosent í árligum miðalavkasti, meðan samsvarandi danska miðaltalið var 6,8 prosent. Fyri tíggjuáraskeiðið 2014–2023 vóru miðaltølini ávíkavist 3,0 og 6,0 prosent. Tryggingareftirlitið vísti eisini á, at ein av høvuðsorsøkunum til munin skyldaðist, at føroysku feløgini søguliga høvdu havt eina varnari íløgusamanseting við størri parti av lánsbrøvum og minni parti av partabrøvum2.
Aftursvarið hjá føroysku pensjónsfeløgunum var, at kundin velur sjálvur váðastøðið, og at føroyski uppspararin er meira varin enn tann danski. Harvið varð eisini sagt beinleiðis ella óbeinleiðis, at uppspararin hevur ábyrgdina av sínum tapi.
Tá mann í 8 ár hevur verið vitandi um kanningar, við søguligum hagtølum aftur til 2011, vísa, at føroysku pensjónsfeløgini liggja munandi lægri í avkasti enn donsku pensjónsfeløgini, eigur tað at undra, hví ongin ger nakað við tað. Teir røttur spurningarnir, ið átti at verið settir eru m.a.:
- Er tað so einfalt, at kundin velur váðastøðið og tískil lutvíst kann takka sær sjálvum?
- Hvat hevur manglandi avkastið kostað pensjónsuppspararanum?
- Hava nevndir og stjórar onga ábyrgd?
- Hava fakfeløgini onga ábyrgd?
- Hevur politiska skipanin onga ábyrgd?
- Er tað møguliga tann samlaði bygnaðurin á tí føroyska pensjónsmarknaðinum, ið er trupulleikin?
- Hví ger ongin nakað við tað?
Eg fari niðanfyri at gera eina roynd og svara og viðgera nakrar av hesum spurningunum.
Greinin umfatar ikki hvørs einkultu íløgurnar hjá ymsu feløgum eru tær røttu ella ikki.
2 Hvat vísa kanningarnar hjá Tryggingareftirlitinum?
Tryggingareftirlitið hevur almannakunngjørt fýra kanningar, har íløguavkastið hjá føroysku pensjónsfeløgunum verður samanlíknað við avkastið hjá donsku feløgunum. Fyrsta kanningin kom í desember 2018 og samanbar árini 2011–2017. Onnur kanningin kom í oktober 2019 og fevndi um 2014–2018. Triðja kanningin kom í mars 2022 og fevndi um 2016–2020. Fjórða kanningin kom í desember 2024 og fevndi um 2019–2023.
Úrslitini hava verið støðugt vánalig fyri føroysku pensjónskundarnar. Fyrsta kanningin vísti eitt árligt miðalavkast á 4,2 prosent í Føroyum og 7,0 prosent í Danmark fyri 2011–2016. Kanningin fyri 2014–2018 vísti 2,6 prosent í Føroyum og 5,2 prosent í Danmark. Kanningin fyri 2016–2020 vísti 3,1 prosent í Føroyum og 5,8 prosent í Danmark. Nýggjasta kanningin vísti 3,2 prosent í Føroyum og 6,8 prosent í Danmark fyri 2019–2023. Seinasta kanningin vísti eisini, at munurin yvir tíggju ár var 3,0 prosent í Føroyum og 6,0 prosent í Danmark fyri 2014–2023. Tryggingareftirlitið sigur sjálvt, at ein høvuðsorsøk er, at føroysku feløgini søguliga hava havt ein varnari váðaprofil og ein størri part í stats- og realkreditlánsbrøvum, meðan donsku feløgini hava havt meira í partabrøvum og øðrum ognum3.
Talan er um eina staðfesting av, at í tíðarskeiðinum 2011-2023 hava føroyskir pensjónsuppspararar í miðal fingið verri avkast enn danskir pensjónsuppspararar.
Aftrat staðfestingini um verri avkast segði stjórin á Tryggingareftirlitinum beinleiðis í tíðindaskrivi í samband við kanningina frá 2018:
at feløgini støðugt skuldu hugsa gjølla um íløgupolitikkin, so tey livdu upp til ábyrgdina, at veita uppspararunum mest møguligt avkast í mun til váðan4.
Hann knýtir harvið ábyrgdina at feløgunum og teirra íløgupolitikki. Sama sjónarmið varð eisini endurtikið av stjóranum í samrøðu við Kringvarpið 2. juli 2026:
Leiðslurnar í pensjónsfeløgunum gera av, hvussu íløgurnar verða gjørdar5.
Sostatt er talan um ein annan vinkul og neyvari orðing enn t.d., at kundin sjálvur velur váðastøðið.
2.1 Hvat vísa kanningarnar hjá Tryggingareftirlitinum ikki
Eitt argument, ið føroysku pensjónsfeløgini føra fram í samband við kanningarnar hjá Tryggingareftirliginum er, at kundin sjálvur velur váðastøðið, og tískil beinleiðis ella óbeinleiðis sjálvur hevur ábyrgdina av mistum avkasti. Ein pástandur, ið formaðurin í Búskaparráðnum bakkar upp um í samrøðu við Kringvarpið 5. juli 2026. Sambært formanninum er tað, í hvussu er lutvíst, uppspararunum sjálvum at takka, at avkastið er so lítið. Hann stiðjar seg millum annað upp at eini kanning, sum Tryggingareftirlitið í 2024 gjørdi um íløguavkastið hjá føroysku lívstryggingarfeløgunum og eftirlønargrunnunum. Formaðurin sigur eisini, at feløgini ikki sjálv gera íløgur í virðisbrøv vegna uppsparararnar. Tað hava tey professionell ognarumsitingarfeløg at gera fyri seg 6.
Val av váðastøði er ein týðandi orsøk, men tað, ið fráðgreiðingarnar ikki svara fyri er, hvørs kundin veruliga hevur tikið valið á nøktandi grundarlagi, ella um avgerðin er hóskandi og gagnlig. Staðfestingin av, at føroysku feløgini átakað sær lægri váða enn tey donsku prógvar ikki, at føroyskir uppspararar eru minni váðafýsnir ella royndir enn danir. At fara frá at føroysku feløgini hava ein lægri váða til, at føroyingar eru minni váðafýsnir krevur ítøkilig prógv ella góð argument fyri, hvussu kundarnir hava valt. Tað krevur upplýsingar um, hvussu nógvir kundar hava fingið eitt veruligt val, hvussu teir hava svarað fyri seg og hvussu profilarnir eru settir saman o.s.fr. Hetta hevur Tryggingareftirlitið ongantíð mált uppá.
At knýta val av váðastøði og harvið íløguváða, saman við íløguábyrgd er, at blanda tingini saman. Og er tað helst eisini tað, ið stjórin í Tryggingareftirlitinum meinar við, tá hann sigur, at leiðslurnar í pensjónsfeløgunum gera av, hvussu íløgurnar verða gjørdar.
3 Samanbering av marknaðarrentuproduktunum
Stjórin í Tryggingareftirlitinum segði við Kringvarpið 2. juli 2026, at ein kanning fór at blíva gjørd aftur i heyst. Eg havi tó av mínum eintingum gjørt eina kanning, og roynt at seta nøkur tøl á.
Samlaða pensjónsuppsparingin í Føroyum er umleið 10-12 milliardir krónur, alt eftir hvør telur og hvussu talt verður. Pensjónsuppsparingin er í høvuðsheitum sett saman av marknaðarrentuproduktum, tænastumannapensjónum og garantiproduktum. Tænastumannapensjónirnar eru fíggjaðar yvir landskassan, og garantiproduktini eru uppsparingar, ið hava landskassaveðhald. Tænastumannapensjónirnar og garantiproduktini eru minkandi í vavi og detta meir ella minni burtur við tíðini.
Flestu løntakarar hava í dag sína uppsparing í marknarentuproduktum. Samlaða uppsparingin í marknarentuproduktum hjá feløgunum LÍV, Betri Pensjón og Lívssverk7 er umleið 8,8 milliardir krónur. Tað hevur ikki eydnast mær at finna upplýsingar um, hvussu nógv er spart upp í bankunum. Greiningin umfatar tískil bert tær 8,8 milliardinar, ið áður nevndu feløg vara av. Mátini, ið nýtt verða, at samanbera føroysku pensjónsfeløgini við tey donsku eru “Íløguogn tengd at marknaðarrentu-produktum” og “Avkast viðvíkjandi marknaðarrentu-produktum”. Hetta eru upplýsingar beinleiðis úr roknskapunum hjá feløgunum og frá Finanstilsynet.8
| Ár | LÍV | Betri | Lívsverk | DK - miðal avkast |
|---|---|---|---|---|
| 2020 | 4,70% | 0,00% | 4,90% | 6,69% |
| 2021 | 8,60% | 8,90% | 7,10% | 14,02% |
| 2022 | -11,10% | -9,60% | -13,30% | -10,26% |
| 2023 | 7,40% | 7,40% | 9,50% | 9,60% |
| 2024 | 9,20% | 9,70% | 9,50% | 10,96% |
| 2025 | 2,20% | 4,10% | 9,40% | 8,30% |
| Miðal 2020–2025 | 3,50% | 3,42% | 4,52% | 6,55% |
| Munur 2020–2025 í mun til DK | 3,05% | 3,14% | 2,04% | |
| Miðal 2023–2025 | 6,27% | 7,07% | 9,47% | 9,62% |
| Munur 2023–2025 í mun til DK | 3,35% | 2,55% | 0,15% |
Fyrst av øllum vísa tølini, at avkastið hjá øllum trimum feløgunum hevur ligið undir danska miðaltalinum í tíðarskeiðnum 2020-2025. LÍV liggur enn á teimum trimum prosenstigunum undir tí danska marknaðinum, og harvið meir ella minni staðfestir, at trupulleikin ikki er loystur enn. Betri hevur betrað seg nakað, men hongur enn langt afturúr, og er í veruleikanum í somu støðu sum LÍV. Tað, ið tó er vert at leggja til merkis er, at síðani 2023 hevur Lívsverk hinvegin ligið nær danska miðaltalinum og omanfyri í 2025. Tað eru jalig tíðindi, og bendir á, at munurin ikki er ein serføroysk náttúrulóg um váðafýsni, men kann broytast við skilabetri váðaprofili og stýring.
3.1 Hvat hevur tað kostað pensjónsuppspararanum?
Tryggingareftirlitið vísti á í kanningingini frá 2024, at um ein eftirlønarsamansparari, ið tjenar 30.000 kr. um mánaðin og rindar 15% í eftirløn, sum svarar til 2.700 kr. um mánaðin aftaná 40% í eftirlønarskatti, hevði fingið góð 3 prosent í meiravkast í eitt 40 ára tíðarskeið, vildi samansparda virðið verið meir enn tvífalt so stórt, 6,7 milliónir krónur í mun til 2,6 milliónir krónur 9.
Eg havi valt at hugt aftur í tíð og uppá samlaðu samanspardu upphæddina í marknaðarrentuproduktunum hjá LÍV, Betri Pensjón og Lívsverk. Tað, sum í roknskapinum eitur “Íløguogn tengd at marknaðarrentuproduktum”. Kostnaðurin fyri pensjónsuppspararan er so ein meting av akkumuleraða tapinum í tíðarskeiðinum 2020-2025. Akkumuleraða tapið er summurin øll árini av muninum millum miðjal avkast í Danmark og veruliga avkastið í Føroyum pluss eina árliga rentu av rentu effekt. Útrokningarnar eru nærmari nágreinaðar undir útrokningar í kapittul 7.
| Felag | Tíðarskeið | Akkumulerað tap | Íløguogn ultimo 2025 |
|---|---|---|---|
| LÍV | 2020–2025 | 735.335.469 kr. | 4.454.129.000 kr. |
| Betri Pensjón | 2020–2025 | 388.702.386 kr. | 2.505.514.000 kr. |
| Lívsverk | 2021–202510 | 168.447.891 kr. | 1.911.572.000 kr. |
| Samlað | 1.292.485.746 kr. | 8.871.215.000 kr. | |
| Miðal | 215.414.291 kr. |
Talvan vísur, at teir pensjónskundar, ið hava havt marknaðarrentuprodukt í feløgunum LÍV, Betri Pensjón og Lívsverk, hava í tíðarskeiðinum 2020-2025 havt eitt akkumulerað tap á 1,3 milliardir krónur mált í mun til eitt miðjal avkast á marknaðarrentuproduktunum á danska pensjónsmarknaðinum. Hetta svarar til eitt miðal tap á 215 milliónir krónur um ári. V.ø.o. heldur enn eina íløguogn á 8,8 milliardir krónur, átti pensjónsuppspararin at átt góðar 10 milliardir krónur ultimo 2025.
Kuriosum: Globe Tracker kostaði LÍV 174 milliónir krónur í tíðarskeiðinum 2013-2025, svarandi til eitt miðal á 13.384.615 kr. um ári í 13 ár. Sæð í mun til útrokningarnar omanfyri, misti føroyski pensjónsuppspararin í miðal hesa upphædd 16 ferðir hvørt ár í tíðarskeiðinum 2020-2025.
4 At bera fíggjarliga váðan og at hava ábyrgd
Í einum marknaðarrentuprodukti ber kundin fíggjarliga váðan. Broytist virðið á íløguognunum, verður broytingin skriva á kundans uppsparing, bæði vinningur og tap. Tað er ikki neyðturviliga tað sama sum, at kundin eisini eigur ábyrgdina av teimum avgerðum, ið liggja til grund fyri broytingunum.
Pensjónsfeløg og tess leiðslur gera íløgureglur, velja produktsnið, íløguváða, ognarumsitarar, heiti á váðastøði o.s.fr. Hetta tilskila tey sær eisini rætt til í íløgutreytunum:
§4. stk. 3. Betri Pensjón ger eftir bestu sannføring av, hvørji virði eru í íløgubólkunum. Betri Pensjón eigur virðini, ið íløga verður gjørd í. Tryggingartakarin hevur so statt á ongan hátt rætt at ráða yvir virðunum. Heldur Betri Pensjón, at tað loysir seg, kann Betri Pensjón harumframt uttan ávaring beina burtur ella skifta út ein ella fleiri av teimum útvaldu íløgubólkunum. Kortini skal Betri Pensjón til eina og hvørja tíð halda tær íløgureglur, sum nevndin hevur samtykt 11.
5.3 Samlaða samansetingin av íløgunum verður ásett av LÍV. Samansetingin kann broytast av LÍV uttan ávaring. Til hetta krevst ikki loyvi frá tryggingartakaranum. LÍV hevur tó skyldu at tryggja, at íløgurnar eru innanfyri mørkini í íløgukarminum, sum er ásettur av LÍV, fyri tann ávísa íløguprofilin 12.
Hjá bæði LÍV og Betri pensjón tilskilar man sær rætt til, at broyta íløgusamanseting uttan at spyrja tryggingartakaran. Onki óvanligt er í tí. Men tað vísur fyri tað fyrsta, at heitir sum Varið, Miðal og Høgt í veruleikanum ikki eru serstakar lýsingar, talan er bara um “mørkini í íløgukarminum, sum er ásettur av LÍV” sum LÍV orðar seg. Tað er eisini væl kent í vinnuni, at slík heiti ikki kunnu samanberast millum feløg. Rættari er at síggja heitini sum marknaðaføring heldur enn eina lýsing av einum veruligum íløguváða. Fyri tað næsta fylgja eisini skyldur við, tá mann m.a. velur at nýta orðingar sum “uttan ávaring” og “krevst ikki loyvi”.
Í lógini um tryggingarvirksemi er eisini ein orðing um hvussu pensjónsfeløg skulu handfara ræðisrættin á kundans peningi. Løgtingslóg nr. 55 frá 9. juni 2008 um tryggingarvirksemi:
§94. Peningur, ið eitt tryggingarfelag ella ein eftirlønargrunnur hevur ræði á, skal verða nýttur til íløgur á ein hóskandi og fyri tryggingartakaranar gagnligan hátt, soleiðis at tryggingarfelagið til eina og hvørja tíð kann halda sínar skyldur.
§94 vendir sær beinleiðis til felagið og grunnin, ikki til einstaka kundan, og orðingin hevur tvær týdningarmiklar ásetingar í relatiónini millum pensjónskunda og pensjónsfelag. Felagið hevur ræði á peninginum og íløgurnar skulu vera hóskandi og fyri tryggingartakaran gagnlig.
Kundin kann tískil bera fíggjarliga tapið uttan at hava ábyrgdina fyri, at tapið er íkomið. Og tað er júst henda sundurgreiningin, ið fellur burtur, tá sagt verður, at kundin velur váðastøðið og tískil beinleiðis ella óbeinleiðis eisini hevur ábyrgdina. Tað skal tískil góð ráðgeving til, og spurnaðarbløðini skulu vera av heilt serligum slagi í samband við val av váðastøði, áðrenn mann, beinleiðis ella óbeinleiðis, kann loyva sær, heilt ella partvíst, at flyta ábyrgdina fyri einum tapi yvir á kundan.
4.1 Váðstøði
Váðastøðini hjá LÍV og Betri Pensjón eru ikki eitt til eitt, men eru meir ella minni bygd upp á sama hátt. Í høvuðsheitum er tað eitt býtið millum lánsbrøv og partabrøv, ið allýsur váðastøðið, har váðin minkar tess eldri uppspararin verður. Grundtankin er, at kundin skal hava ein avgerðarrætt og eitt val millum ymisk váðastøði. Fram til 2022 hevði kundin hjá LÍV tó ikki møguleika fyri at velja váðstøði.
Lívsverk hevur skipað viðurskiftini annaleiðis. Kundin hevur ikki eitt val, men er partur av einum íløguprofili, ið felagið sjálvt hevur sett saman. Hátturin er tann sami sum hjá LÍV og Betri Pensjón, mongdin av partabrøvum er minkandi tættari man kemur at pensjónsaldrinum.
Vert er at leggja til merkis, at hóast LÍV ásetti váðastøðið fyri allar sínar kundar fram til 2022, lá felagið langt niðanfyri tey donsku. Sama ger seg ikki galdandi fyri Lívsverk í dag, sum eftir avkastinum at meta, er á hædd við miðal hjá donsku feløgunum. Í báðum førum er galdandi, at feløgini sjálvi hava tikið avgerð um váðastøðið vegna kundan.
4.2 Hvussu verður váðastøðið mált og ásett?
Tá ein kundi kemur inn í skipanina hjá LÍV skal viðkomandi fyrihalda seg til sjey punkt fyri at áseta váðastøðið13:
Váði, avkast og trygd hanga saman. Hvat leggur tú størsta dent á, tá ið tú skalt gera íløgur í tína eftirløn?
Hvussu væl væntar tú, at tú fylgir við í virðinum á tíni eftirløn?
Broytingar henda í gerandisdegnum, sum ávirka fíggjarstøðu tína negativt. Tí ert tú bundin av tíni íløgu?
Hvussu hevði tú havt tað, um virðið á tíni íløgu hækkar og lækkar leypandi?
Tín eftirløn fellur við 25% uppá stutta tíð, av tí sama selur tú tíni virðisbrøv?
Eg toli væl stór sveiggj í mínari íløgu í styttri tíðarbili?
Eg tori væl at taka kjansir, tá ið eg geri íløgur.
Spurningarnir kunnu geva upplýsingar um sjálvsfatanina og tað kensluligu reaktiónina hjá kundanum, tá talan er um íløgur. Teir máta tó heldur óttan fyri íløgum enn eitt veruligt persónligt váðastøði.
Spurningarnir krevja eisini, at kundin frammanundan skilir virðisbrøv, marknaðarfall og langtíðaravkast. Ein persónur, sum ongantíð hevur gjørt eina íløgu, kann svara “varisliga”, tí viðkomandi manglar vitan, og ikki tí viðkomandi ynskir eitt lágt váðastøði.
Spurningarnir blanda eisini stutttíðar kenslur og langtíðar endamál. Ein pensjónsuppsparing kann standa í 40–50 ár og heilt upp til 80 ár. Tá er einasti váðin ikki, at virðið fellur eftir stuttari tíð. Váðin er eisini, at ein ov varin íløguprofilur gevur so lítið avkast, at kundin fær eina munandi lægri pensjón. Tað er tískili ein metodisk avmarking, at spurningarnir ikki fyrihalda seg til vandan fyri lágum avkasti orsakað av ov lágum váðastøði.
Spurningarnir vísa heldur onki um, hvørs kundin veruliga skilir avleiðingarnar av einum valið. Heldur ikki er munur á spurningunum, ið verða settir einum tannáringi, miðalaldrandi løntakara ella einum persóni, ið nærkast pensjónalduri.
Ein annar trupulleiki, ið er knýttur at tí, at velja váðastøðið, er hvussu ein kundi í veruleikanum kann blíva ílatin, at taka eitt slíkt val. Ein tannáringur, ið bakar pitsa í frítíðini í samband við lesna á Glasi, hevur á ongan hátt hesa vitan, og tað er ikki møguligt hjá einum starvsfólki í einum pensjónsfelag, at lyfta viðkomandi uppá eitt støði, har viðkomandi kann fyrihalda seg til spurningarnar á ein nøktandi hátt. Hvørki sum persónliga ráðgeving ella í plenum. Sama ger seg galdandi fyri flest aðrar løntakarar eisini. Í veruleikanum er tað eisini ein órímilig støða at seta starvsfólkini í.
Hvussu ráðgevingin annars fer fram eri eg ikki vitandi um. Annað enn, at bæði LÍV og Betri sambært íløgutreytunum seta kundarnar sjálvvirkandi í ávíkavist váðastøðið Miðal14 og D15, givið kundin ikki hevur tikið eitt aktivt val um váðastøðið.
Tað er ikki til at vita, men um vit spæla okkum við tankan um, at kundarnir hjá LÍV ella Betri, av onkrari orsøk, í veruleikanum alt ov ofta verða settir í sjálvvirkandi váðastøðið, vísur grafurin eina møguliga frágreiðing uppá, hví Lívsverk klárar seg betri enn hini bæði feløgini.
Tað kann, at síggja til, virka sum rein spekulatión, men tað er ikki so óhugsandi kortini. Hvussu nógvir kundar kunnu nikka viðurkennandi, at tey ikki vita hvat fyri váðastøði tey hava, ella at tey aldrin eru í samband við sítt pensjónsfelag? Hvussu nógvir tannáringar, ið fáa sína fyrstu løn í summar, hava valt váðastøðið, og hvussu nógvir munnu venda aftur til hetta eftir summarferiuna? Hvussu nógvir løntakarar eru, ið ikki vita hvørjum felagið tey hava sín pensjón?
5 Loysnin
Føroyska pensjónskipanina er ikki ein vanlig frívillig fíggjaravtala. Løntakarin er við lóg bundin, at lata ein part av sínari løn standa bundna í fleiri áratíggju í skipanini. Tá fylgir ein serlig ábyrgd við hjá teimum, ið ráða yvir skipanini og í skipanini.
Politiska skipanin hevur valdið á lóggávuni fyri økið, Tryggingareftirlitið hevur eftirlit. Fakfeløgini hava rættin til, at avgera hvar peningurin verður uppspardur. Nevndir og stjórar hava ábyrgdina av rakstrinum og íløguavkastinum. Í øllum trimum feløgunum eru fakfelagsfólk umboðandi í nevndini, og fakfeløgini eru við til at velja partar av ella alla nevndina. Við endan situr pensjónsuppspararin uttan veruliga ávirkan og við øllum tí fíggjarliga váðanum.
At fakfeløg meir ella minni hava alt valdið á LÍV og Lívsverk, umframt sita í nevndunum í øllum trimum feløgunum er, at síggja til ein danskur innfluttur bygnaður, ið ikki passar til tað føroyska samfelagið. Danska fakfelagsumhvørvið hevur í nógv størri mun atgongd til arbeiðskraft og vitan, ið kann dekka tørvin á nevndarlimum og vanligari pensjónsráðgeving. At sita í slíkum nevndum, er ikki ein uppgáva fyri fakfelagsfólk, tað er ein uppgáva fyri fakfólk. Tískil er neyðugt og rímiligt, at loysa kundan og fakfelagslimin úr hesari skipanini.
Skipanin er fløkjasliga samansett, tískil er ongin einføld loysn á teimum mongu trupulleikunum, ið hon við árunum er komin sær í. Tað vánaliga avkastið síðstu 15 árini er bert ein av mongum trupulleikum. Politiska skipanin hevur við tvungnari uppsparing og søluni av LÍV latið alt ov stórt vald upp í hendurnar á skipanini og teimum, ið varða av henni. Tá slíkt vald er tikið úr hondunum á borgaranum og latið øðrum, er tað politiskt torført at taka tað aftur. Ongin, ið hevur vald í einari skipan við 8,8 milliardum krónum letur tað frívilliga frá sær, og er tað helst orsøkin til, at ongin enn hevur gjørt nakað við trupulleikan við tí vánaliga avkastinum, sum tey síðstu seks árini hevur kostað pensjónskundunum 1,3 milliardir krónur.
Tað er tó neyðugt at gera nakað. Føroyski pensjónsuppspararin kann ikki liva við einum avkasti, ið er langt niðanfyri tað danska. At koma nærmari eini loysn er ikki einfalt, men eitt greitt og einfalt útgangstøði er tað fría valið. Also Kapping! Tað er, at geva pensjónsuppspararanum, ið situr við øllum váðanum, frítt val at velja sær ein veitara, ið nøktar hansara tørv.
5.1 Fría valið er ikki lætt, men rætt
Í einarir pensjónsskipan fylgja tryggingar við eisini. Lívstryggingar, óarbeiðsføristryggingar og aðrar tryggingar. Ofta er grunddekningurin ein samlagstrygging, ið ofta er samansett av einari lívstygging og bráðsjúkutrygging/hættislig sjúka, og viðhvørt eyka dekningum eftir tørvi. Tað mest vanliga er ein uppsparing og ein samlagstrygging. Skilir man tryggingarpartin frá, so kann kundin sjálvur velja hvar hann velur at spara upp, hetta krevur tó, at politiska skipanin tekur ræðisrættin frá fakfeløgunum og loysir trygging og uppsparing frá hvørjum ørðum.
Loysir man tryggingarpartin frá uppsparingarpartinum vil tað í fyrsta umfari loysa tvey ting. Fakfeløgini verða loyst frá ábyrgdini fyri einum vánaligum avkasti, og kapping kemur í marknaðin til gagn fyri fakfelagslimirnar.
Um eitt av pensjónsfeløgunum skal vinna í kappingin um at flyta kundar í dag, er í nógvum førum neyðugt at flyta eitt heilt fakfelag. Tað merkir, at mann skal yvirbevísa eina fakfelagsnevnd um, at mann hevur eitt betri produkt enn kappingarneytin. Væl at merkja eina fakfelagsnevnd, ið ikki neyðturviliga hevur nakra serliga vitan um trygging, samansparing, avkast og líknandi. Í flestu førum man avgerðin eisini fella á bíligastu samlagstryggingina og onkrar smávegis munir á umkostningunum. Tað er sjálvandi gott, men í dag síggja vit tíverri eisini, sum eina avleiðing, at stuðul til hoyritól er knýtt at pensjónskipanini. Ein pensjónsskipan eigur at snúgva seg um avkast meir enn stuðul til hoyritól. Tey, ið eru limir í fakfeløgunum, ið eiga LÍV og Lívsverk fáa sum er, tó ikki ágóðan av nakrari kapping í dag.
Onkuntíð hevur verið ført fram, at fría valið ger seg inn á samhaldsfestið og samráðingarættin hjá fakfeløgunum. Samhaldsfestið er ikki knýtt at, hvar ein fakfelagslimur hevur sína uppsparing í einum marknaðarrentuprodukti, samhaldsfestið er knýtt at samlagstryggingini og útgjaldinum til lívrentuna. Samhaldsfestið vil enn tá blíva styrkt, um fakfeløgini eisini sleptu valdinum á samlagstryggingin, og lótu politisku skipannina samla allar løntakarar í eina samlagstrygging og strikaðu lívrentupartin á pensjónsútgjaldinum.
Pensjónsuppsparing er í veruleikanum bara ein útsett løn, og tá besta loysnin er, at skilja tryggingarpartin frá uppsparingarpartinum, er bara talan um eina privata uppsparing. At fakfelagslimurin velur sín egna ognarumsitara er ikki annaleiðis enn, at hann velur sín banka. Tað ber væl til hjá fakfeløgunum at samráðast um stødd á inngjaldinum og lata kundan velja millum góðkendar veitarar. Soleiðis virkar størsti parturin av lønini eisini, ið ikki fer til pensjón.
Føroyska samfelagið nýtir í dag samhaldsfestið á nógvum øðrum økjum, uttan at taka rættin hjá fakfeløgum at samráðast. Vit hava t.d. eina samhaldsfasta trygging móti arbeiðsloysi uttan, at val av øðrum trygginginum ella fíggjarproduktum er knýtt at tí skipanini. Samhaldsfestið og samráðingarrætturin eiga ikki setast upp ímóti fría valinum av pensjónsveitara.
6 Niðurstøða
Ábyrgdina fyri tí vánaliga avkastinum síðstu 15 árini eiga nevnd og stjórn í ymisku feløgunum. Tað er onki, ið strukturinum rundan um val av váðstøði, sum á nakran hátt, beinleiðis ella óbeinleiðis, heilt ella partvíst, kann flyta hesa ábyrgd yvir á kundan. Strukturella trupulleikan eigur so politiska skipanin saman við fakfeløgunum.
Tá øll, ið hava vald í skipanin so ella so eiga sín part av ábyrgdini, kann eingin kenna seg noyddan at taka alla ábyrgdina. Tað er júst tí, at politiska skipanin eigur at taka ábyrgd, og tað er neyðugt. Tað er heilt einfalt ikki rímiligt at tvinga fólk at spara upp í feløgum, ið liggja so lágt í avkasti í mun til tey donsku feløgini. Ein nýggj kanning, ið enn einferð fer at vísa at avkastið er vánaligt, fer ikki at hjálpa. Tað eru gerðir, ið koma at broyta skipanini, ikki ein nýggj kanning frá tryggingareftirlitinum.
Ynskir mann ikki at geva kundanum tað fría valið, eigur mann umhugsa at flyta uppgávuna til Danmarkar. Passiviteturin hevur síðstu seks árini kostað kundunum 1,3 milliardir krónur. Tað er 215 milliónir krónur í miðal hvørt ár, svarandi til 16 ferðir Globe Tracker í miðal. Hvussu nógv skal til aftrat?
7 Fylgiskjal - Útrokningar
LÍV
| Ár | Íløguogn ultimo |
Íløguogn í miðal |
LÍV- avkast |
DK- avkast |
Mist avkast |
Rentu-av-rentu- effekt |
Akkumulerað tap |
|---|---|---|---|---|---|---|---|
| 2019 | 2.601.649.000 | 0 | |||||
| 2020 | 2.832.684.000 | 2.717.166.500 | 4,70 % | 6,69 % | (54.071.613) | 0 | (54.071.613) |
| 2021 | 3.439.036.000 | 3.135.860.000 | 8,60 % | 14,02 % | (169.963.612) | (7.580.840) | (231.616.066) |
| 2022 | 3.191.580.000 | 3.315.308.000 | -11,10 % | -10,26 % | (27.848.587) | 23.763.808 | (235.700.844) |
| 2023 | 3.558.662.000 | 3.375.121.000 | 7,40 % | 9,60 % | (74.252.662) | (22.627.281) | (332.580.787) |
| 2024 | 4.144.545.000 | 3.851.603.500 | 9,20 % | 10,96 % | (67.788.222) | (36.450.854) | (436.819.863) |
| 2025 | 4.454.129.000 | 4.299.337.000 | 2,20 % | 8,30 % | (262.259.557) | (36.256.049) | (735.335.469) |
Betri Pensjón
| Ár | Íløguogn ultimo |
Íløguogn í miðal |
Betri- avkast |
DK- avkast |
Mist avkast |
Rentu-av-rentu- effekt |
Akkumulerað tap |
|---|---|---|---|---|---|---|---|
| 2019 | 1.379.756.000 | 0 | |||||
| 2020 | 1.483.180.000 | 1.431.468.000 | 0,00 % | 6,69 % | (95.765.209) | 0 | (95.765.209) |
| 2021 | 1.743.326.000 | 1.613.253.000 | 8,90 % | 14,02 % | (82.598.554) | (13.426.282) | (191.790.045) |
| 2022 | 1.695.279.000 | 1.719.302.500 | -9,60 % | -10,26 % | 11.347.396 | 19.677.659 | (160.764.990) |
| 2023 | 1.929.413.000 | 1.812.346.000 | 7,40 % | 9,60 % | (39.871.612) | (15.433.439) | (216.070.041) |
| 2024 | 2.274.088.000 | 2.101.750.500 | 9,70 % | 10,96 % | (26.482.056) | (23.681.276) | (266.233.374) |
| 2025 | 2.505.514.000 | 2.389.801.000 | 4,10 % | 8,30 % | (100.371.642) | (22.097.370) | (388.702.386) |
Lívsverk
| Ár | Íløguogn ultimo |
Íløguogn í miðal |
Lívsverk- avkast |
DK- avkast |
Mist avkast |
Rentu-av-rentu- effekt |
Akkumulerað tap |
|---|---|---|---|---|---|---|---|
| 2020 | 1.251.396.000 | 4,90 % | 6,69 % | 0 | |||
| 2021 | 1.399.735.000 | 1.325.565.500 | 7,10 % | 14,02 % | (91.729.133) | 0 | (91.729.133) |
| 2022 | 1.267.087.000 | 1.333.411.000 | -13,30 % | -10,26 % | (40.535.694) | 9.411.409 | (122.853.418) |
| 2023 | 1.455.469.000 | 1.361.278.000 | 9,50 % | 9,60 % | (1.361.278) | (11.793.928) | (136.008.624) |
| 2024 | 1.668.239.000 | 1.561.854.000 | 9,50 % | 10,96 % | (22.803.068) | (14.906.545) | (173.718.238) |
| 2025 | 1.911.572.000 | 1.789.905.500 | 9,40 % | 8,30 % | 19.688.960 | (14.418.614) | (168.447.891) |
Frymlarnir, ið nýttir eru:
8 Keldur
Finanstilsynet: Livsforsikringsselskaber og tværgående pensionskasser 2024. [Finanstilsynet 2024]
Finanstilsynet: Livsforsikringsselskaber og tværgående pensionskasser 2025. [Finanstilsynet 2025]
LÍV: Ársfrágreiðingar. [LÍV ársfrágreiðingar]
Betri Pensjón: Roknskapir. [Betri roknskapir]
Lívsverk: Ársfrásagnir. [Lívsverk ársfrásagnir]
Kim Hansen: LÍV – Nokk er nokk. [Hansen 2026]
KVF: Føroyskir uppspararar lítið váðafýsnir. Samrøða við Johnny í Grótinum, formann í Búskaparráðnum, 5. juli 2026. [KVF 5. juli 2026]
KVF: Tryggingareftirlitið: Minni váði sæst aftur í avkastinum. Samrøða við Jógvan Thomsen, stjóra í Tryggingareftirlitinum, 2. juli 2026. [KVF 2. juli 2026]
KVF: Sendingin Radarin 23. januar 2019 - Seta luppin á avkastið hjá pensjónsfeløgum.[Radarin 23. januar 2019].
Tryggingareftirlitið, 5. desember 2018: Kanning av íløguavkasti hjá lívstryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum. [Tryggingareftirlitið 2018]
Tryggingareftirlitið, 15. oktober 2019: Kanning av íløguavkasti hjá lívstryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum 2014–2018. [Tryggingareftirlitið 2019]
Tryggingareftirlitið, 31. mars 2022: Kanning av íløguavkasti hjá lívstryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum 2016–2020. [Tryggingareftirlitið 2022]
Tryggingareftirlitið, 18. desember 2024: Kanning av íløguavkasti hjá lívstryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum 2019–2023. [Tryggingareftirlitið 2024]
Fótnotur
Tryggingareftirlitið 2018; Tryggingareftirlitið 2019; Tryggingareftirlitið 2022; Tryggingareftirlitið 2024;↩︎
LÍV í hesari greiningini merkir P/F Tryggingarfelagið LÍV, eisini kallað LÍV 2. Felagið er átt av Ognarfelagnum LÍV og P/F Fakfelag. Lesast kann meira um ognarviðurskiftini á www.liv.fo/ognarvidurskifti/. Betri Pensjón er partur av Betri samtakinum www.betri.fo/fo/pensjon og Lívsverk er eftirlønargrunnurin hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Handverkarafelag www.livsverk.fo.↩︎
Finanstilsynet 2024; Finanstilsynet 2025; LÍV ársfrágreiðingar; Betri roknskapir; Lívsverk ársfrásagnir.↩︎
Fyrsti roknskapurin hjá Lívsverk er frá 2021, ið merkir at felagið bert hevur fimm ár á baki. Eg havi ikki gjørt stórvegis burturúr hesum muni av tí, at tað ikki broytir ætlanina við útrokningini stórvegis, og er til fyrimunar fyri felagið.↩︎
Spurningarnar havi eg fingið umvegis kundar hjá LÍV.↩︎